Íleggjararnir á teimum asiatisku virðisbrævamarknaðunum eru eftir øllum at døma ikki sannførdir um, at Evropa og USA fara at halda lyftini um búskaparliga ábyrgd. Tað sást í hvussu er, tá marknaðirnir í Eysturasia lótu upp í nátt.
Í Japan er Nikkei-vísitalið fallið 4,4 prosent, í Hongkong er Hong Seng-vísitalið fallið 7,3 prosent, og ringast stendur til í Suðurkorea, har Kospi-vísitalið er fallið heili 9,9 prosent. Tað skrivar DR í morgun.
Í morgun bórust tíðindi um, at inflasjónin í Kina er vaksin 6,5 prosent samanborið við august í fjør. Tað var meiri, enn greinarar høvdu væntað, og tað kann hava við sær, at Kina fer at avmarka eftirspurningin og gera búskaparkreppuna uppaftur verri.