Sosialurin kann »bert« prentast í 56 síðum, harav tær 16 eru í litum. Sera stórur eftirspurningur er eftir lýsingaplássi og plássi til valgreinar. Tí hava vit gjørt av at prenta eitt eyka innlegg, sum eisini kann verða upp til 56 síður. Tilsamans verða sostætt 32 litsíður í blaðnum sjálvan valdagin.
Flokkar og valevni fáa tí enn betur høvi at vissa sær pláss í eykablaðnum, men har verður evstamark fyri lýsingar sett til fríggjadagin kl 16 og fyri skrivaða tilfarið sunnudagin kl 14, tí innlegsblaðið skal prentast tíðliga mánamorgunin.
Umframt valtilfar verður eisini ymiskt redaktionelt tilfar, Tinghellan har samfelagsfrøðingar o. a. serfrøðingar viðgera evni, ið hava við valið at gera, eins og vit fara at prenta valtalvurnar, sum fólk kunnu fylla út meðan valúrslitini verða lisin upp í útvarpi og sjónvarpi týskvøldið.
o Evstamark at fáa lýsingar í hetta blað er fríggjadagin 16. januar kl 16:00
o Pláss er fyri litlýsingum á 16 síðum og sv/hv lýsingum í upp til 40 síðum
o Evstamark fyri valgreinum er sunnudagin 18. januar kl 14:00
o Valgreinar skulu sendast sum teldupostur til post@sosialurin.fo, og tær skulu verða rættlisnar
oPrísir á lýsingum og valtilfari eru teir somu, sum í vanliga Sosialinum
Ringið og bíleggið pláss á 341800 og biðið um Lýsingardeildina. (Hittast eisini á 223369 og 229044)










