Seinnapartin í gjár skuldu u-16 dreingirnir koma aftur í Vágar, eftir at teir í vikuni hava verið við í EM undankapping í Liktinstein. Í fyrradagin spældu teir seinna dystin. Hann var ímóti vertunum, sum vunnu 1?0, og undan fráferðini úr Liktinstein varð ikki fjalt yvir, at føroysku spælararnir vóru sera vónbrotnir.
? Avrikið hesa ferð var ikki á hædd við tað, sum hesir dreingirnir ofta hava víst. Teir hava ofta spælt næstan javnt ímóti tjóðum, sum verða roknaðar at vera nógv betri, enn vit. Tapini hava verið tepur, og tað er meiri enn so komið fyri, at vit ikki hava hildið, at eydnan hevur verið við.
Hetta segði Jógvan Martin Olsen úr Liktinstein. Hann hevur havt við U-16 landsliðið at gera síðani 1994. Fram til og við 1998 var hann venjari. Í ár hevur Mattias Davidsen havt ábyrgdina og og harvið valt liðið.
Nógvir av spælarunum á liðnum eru teir somu, sum vóru við í fjør, og burtursæð frá fýra, so var dysturin ímóti Liktinstein síðsti møguleikin hjá øllum hinum at royna seg á u-16 landsliðnum:
? Okkara dreingir spældu heilt greitt betri ímóti Finnlandi, enn teir gjørdu ímóti Liktinstein. Tað gekk ov seint fyri seg, og tí bar tað næstan ikki til at koma ígjøgnum í borðunum.
Onkrir møguleikar
Sambært Jógvani Martin Olsen var talan um eina javna uppgerð, har føroyingar høvdu bóltin størra partin av tíðini, og har bæði liðini høvdu einar tríggjar málmøguleikar í part. Í 1. hálvleiki sendu føroyingar eitt fríspark í stólpan og so út av vøllinum, og í 2. hálvleiki raktu teir eina ferð i stólpan. Liktinstein rakti eina ferð í stólpan, og returbólturin varð úr góðari støðu sendur upp um málið.
Einasta málið kom, tá ein hálvur tími var farin. Føroyingarnir mistu á miðjuni, og í skjótum mótálopi spældi heimaliðið seg ígjøgnum. Styrkin hjá Liktinstein lá í, at tríggir teir fremstu spælararnir vóru heilt góðir. Aftaru menninir frætta vit vóru at tosa við, men tað eydnaðist altso ikki at fáa mál ímóti teimum.
Vagnur Mohr Mortensen fekk bóltin í netið eftir hornaspark. Tað var fimm minuttir eftir, at heimaliðið hevði skorað. Dómarin kolldømdi málið, men føroyingarnir søgdu seg ikki vita, hví málið ikki var góðkent.
Í dag fara Liktinstein og Finnland at spæla um, hvat av teimum báðu liðunum skal halda fram í kappingini. Finnland vann mánadagin 3?1 ímóti Føroyum.
Føroyska liðið sá soleiðis út ímóti Liktinstein: Pól Næs Joensen, B36 ? Arnhold Berg, Skáli, Kristian á Lakjuni, KÍ, Vagnur Mohr Mortensen, HB, Elfinn Ørvarodd, SÍF ? Jann Ingi Petersen, B68, Hjalgrím Elttør, KÍ, Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Sólbjørn Olsen, B36 (Atli Danielsen, KÍ, 60.) ? Jón Rói Jacobsen, HB, Bjarni Jørgensen, HB.