Stórt vónbrot í B36-hópinum

(Ljóðsamrøða frá B36) Hjálparvenjarin hjá B36 iðrar seg um fleiri mist stig ímóti Skála

- Við allari virðing fyri Skála, men teir eru eitt lið vit eiga at sigra á á heimavølli, sigur Jákup á Borg, hjálparvenjari hjá B36 aftaná 1-1 javnleikin ímóti Skála, sum merkir, at B36 higartil í ár hevur bert fingið eitt stig ímóti Skála av seks møguligum.

 

Útgangsstøðið hjá B36 var at byrja dystin við nógvari ferð, tí mett var, at tað fór at merkjast hjá Skála at hava ein dyst frá løgmanssteypinum í beininum, sum var leiktur fyri bara trimum døgum síðani. Kortini heldur Jákup á Borg, at Skála var eitt vet frægari enn B36 í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki var eingin ivi hjá hjálparvenjaranum hjá B36, at teir áttu at havt vunnið sær trý stig, og ikki bara eitt.

 

Nú gleða teir í B36 til, at fleiri av stuðulsleikarunum koma aftur aftaná skaðar, so fyritreytirnar gerast betur til seinnu hálvu av kappingini.