Stórt vónbrot

Liðformaðurin hjá Mjølnir, Thorvald Danielsen, harmaðist eftir mansfinaluna, at tað ikki var eydnast at taka SÍ.
– Hetta var eitt øgiliga stórt vónbrot, men einki koyrdi hjá okkum í dag. Tað var ræðuliga keðiligt, at tað skuldi vera akkurát í dag, tí eg haldi ikki, at teir spældu tað stóra heldur, segði hann beint eftir dystin.
– Nú mugu vit so fara eftir føroyameistaraheitinum, og eg vóni, at vit fáa avgjørt FM-finalurnar í einari stórari høll, so at tað ikki skal vera í hasi lítlu høllini har vesturi.