Stórt undirskot í AaB

Hóast tað ítróttarliga hevur gingið strálandi hjá AaB, har teir halda nýggjár fremst í Superliguni og hava leikt í UEFA Cup-bólkaspælinum, hevur tað gingið verri við tí fíggjarliga. Felagið væntast at koma út við einum undirskoti á heilar sjey milliónir krónur fyri árið 2007. Grundgevingin sigur nevndin vera tann, at felagið ikki hevur fingið selt nakrar nýmótans bygningar, sum roynt hevur verið at selt. Felagið væntar ístaðin, at hesar inntøkur koma í roknskapin fyri komandi ár.