Rambøll Oil & Gas tingast í hesum døgum um fleiri sátmálar ymsastaðni kring heimin. Men felagið hevur ilt við at skriva undir, tí tað fær ikki nóg mikið av verkfrøðingum til tær nógvu verkætlaninar.
Sum er hevur felagið brúk fyri meiri enn 100 verkfrøðingum til sínar deildir í Danmark og øðrum londum, men tað vísir seg at vera vónleyst at fáa teir. Tí tað er ikki bara Rambøll Oil & Gas, sum leitar eftir verkfrøðingum. Støðan er tann sama hjá hinum frálandafyritøkunum, og kappingin um arbeiðsmegina hevur ongantíð verið so stór sum nú.
Kai B. Olsen, stjóri í Rambøll Oil & Gas, sigur við JydskeVestkysten, at felagið hevur júst fingið ein fyrispurning úr Meksiko um at veita ráðgevandi vegleiðing í sambandi við 19 oljupallar, sum skulu byggjast til oljuleiðirnar í Meksikanska Flógvanum.
– Hetta er sjálvandi ein spennandi uppgáva, sum vit fegin vilja átaka okkum, men tíverri noyðast vit at hugsa okkum um, áðrenn vit siga ja, tí vit hava ikki ta neyðugu arbeiðsmegina, sigur Kai B. Olsen.
Hann sigur, at fyritøkan fær javnan fyrispurningar um verkætlanir, sum hon tíverri ikki kann átaka sær. Kai B. Olsen vísir á, at fyri nøkrum árum síðani stóð tað á at fáa fatur á uppgávum, men í dag er nóg mikið av uppgávum, men eingin arbeiðsmegi til at loysa tær.










