Stórt trýst á íslendskum partabrøvum

Íslendska íløgumodellið stendur fyri hørðum ákoyringum. Kreppan á partabrævamarknaðinum rakar íslendsku feløgini sera hart Sonevnda íslendska íløgumodellið, har frívirðið í hækkandi partabrævakursum verður nýtt sum trygd fyri lánum, gevur at bíta, nú marknaðirnir í langa tíð hava verið fallandi.

Ein av stóru taparunum tykist vera FL-Group. Marknaðarvirðið hjá felagnum, sum millum annað eigur Sterling Airways og Royal Brew, er seinasta hálva árið minkað úr 22,5 í 7,5 mia kr., skrivar danska epn.dk.

Hetta hevur millum annað noytt felagið at selja stórar aktiupostar, sum samstundis hava realiserað stór tap fyri felagið.

Og hóast stjórin, Halldór Kristmansson, sigur, at felagið er væl fyri fíggjarliga, so eru partabrævagreinarar ikki av somu fatan.

- Íslendsku aktørarnir eru sera hart raktir, tí teir spenna seg so hart fíggjarliga, sigur Lars Christiansen, sum er greinari fyri Den Danske Bank.

Og eisini stjórin í íslendska Tjóðbankanum staðfestir, at støðan er álvarsom.

- Íslendska krónan er undir stórum trýsti, orsakað av ófriðinum á partabrævamarknaðinum. So talan er um eina sera trupla tíð, sigur Arnór Sigvardssón.