Stórt trýst á Shearer

Newcastle spældi í gjár málleysan javnleik á heimavølli móti Portsmouth. Stórt trýst er á Newcastle, og tað bøtti ikki um støðuna, at bæði Michael Owen og Obafemi Martins misnýttu stórar møguleikar í dystinum í gjár.

Nú fýra dystir eru eftir at spæla, er Newcastle trý stig aftan fyri Hull, sum liggur beint omanfyri niðurflytingarstrikuna, so trýstið á Alan Shearer, sum er fyribils venjari í felagnum, er sera stórt.

Komandi dystirnar spældi Newcastle móti Liverpool (ú), Middlesbrough (h), Fulham (h) og Aston Villa (ú).