Tað er stórt tryst á samgonguni hesar dagar. Tað er í dag, at álitið um fiskivinnunýskipan skal leggjast fram og hesar seinastu dagarnar er trýstið økt munandi. Ikki bert úr Føroyum, men sum flestu kunnugt, so er trýst eisini lagt á uttanífrá.
Knútapunktini hava verið fleiri frá byrjan av. Tað var leingi kjakast alment um fleiri ymisk viðurskiftir, eitt nú uppboðssøluna og at fara frá fiskidøgum til kvotur.
Seinastu tíðina hevur tað verið kjakast nógv um útlendskan ognarskap í føroysku fiskivinnuni. Samgongan hevur eitt ynski um at sleppa av við útlendskan ognarskap við eini skiftistíð á fýra ár. Tað hava eisini verið fleiri andstøðu politikkarar, ið hava tikið undir við tí fyrr. Nú vísur tað seg tó at verða ein størri avbjóðing enn væntað.
Danir vilja vita hvussu tað fer at ávirka teir og sambært Hoyvíkssáttmálanum, so er eftir øllum at døma ikki møguligt at koyra íslendingar út. Tað hevur stjórin í løgtinginum, Jonhard Klettheyggj, staðfest í einum uppriti, ið hann var biðin at gera til vinnunevndini. Eisini hevur hollendski forsætismálaráðharrin, Mark Rutte, sett seg í samband við løgmann og sett honum nakrar spurningar hvussu tað fer at ávirka hollendskar fyritøkur.
Hvussu leikur fer at fara fram er sjálvandi torført at spáa um, men Bjarni Hammer, formaður í vinnunevndini, hevur fleiri ferðir sagt, at samgongan fer at standa saman, meðan andstøðan hevur latið tvey uppskot inn. Fólkaflokkurin eitt og Sambandsflokkurin eitt.










