Kongafelagið í Spania, Real Madrid, kennir nú veruligt trýst á sær, eftir at munurin millum oddaliðið meginpartin av kappingini og Barcelona nú bert er eitt stig.
Fyri fáum vikun síðani lá Real Madrid greitt á odda, tíggju stig framman fyri Barca, men hendan seinasta mánaðin hevur høvuðsstaðarliðið tveitt stig eftir stig burtur.
32. umfar av landskappingini er í gjárkvøldið, í kvøld og í annaðkvøld, og á heimavølli vann Barcelona 4-0 á Getafe, og tað merkir so, at liðið hevur 78 stig, meðan Real Madrid hevur 79.
Alexis Sanchez legði Barcelona á odda 1-0 í 13. Minutti, og beint undan steðginum skoraði Messi mál nummar 61 hetta kappingar árið. Í seinna hálvleiki øktu Alexis Sanchez og Pedro Rodriguez til endaliga úrslitið 4-0.
Real Madrid kann draga frá í kvøld, men tað mugu teir gera í eini høvuðsstaðaruppgerð á útivølli móti Athletico Madrid.