Stórt trýst frá byrjan

Bára Skaale Klakstein gleðist yvir at venjari teirra, Henrik Gerster, verður verandi í felagnum, eitt ár afturat, og hon gleðir seg til bæði finalu, eins væl og til komandi kappingarár, tá Europa Cup dystir aftur vera á skránni

Bára Skaale Klakstein 


Hvussu hevur tað verið, at hildið tykkum motiveraðar til at halda dampinum uppi?

- Vit hava havt super venjingar, hvørja einastu ferð, líka frá byrjan, og tað hevur ongantíð verið ein spurningur um at halda geistinum uppi. Tað er ein øðiligur vilji á liðnum.


Tit hava vunnið við á leið 10 málum í trimum dystum móti Neistanum í ár, eru vónirnar góðar undan FM-finaluni?

- Ja vónirnar eru avgjørt sera góðar. Vit vita hvat vit megna, og vit ætla okkum at vísa tað aftur í kvøld.


Er tú samd í favoritt útnevnanini hjá tykkum?

- Ja eg eri avgjørt samd. Vit hava nógv tað sterkasta liðið, og vit hava stórt fjølbroytni á liðnum. Vit kunnu hótta frá fleiri plássum, og fleiri ungar og svangar eru á liðnum, so er eri stillisliga sannførd um, at vit avgera finaluna til okkara fyrimun, innanfyri tvær tær fyrstu finalurnar, so vit sleppa frá at spæla eina møguliga triðju.


Hvussu er hópurin fyri hjá tykkum, hvat skaðum og øðrum viðvíkur?

- Nú høvdu vit trupulleikar á málverjaplássinum, eftir at Maria Ziskason varð skadd móti VÍF (knæskaða), men hon er komið somikið fyri seg, at hon bert er ivasom. Annars kemur Lise Hjort Hansen heim, so tað plássið er í øllum førum væl vart, líkamikið hvat. Annars er hópurin væl fyri, og sera spentur uppá at byrja finaluna í kvøld, sigur Bára Skaale Klakstein, álitið á vonginum hjá Stjørnuni