Stórt Trøllashow í Mentanarvikuni

Undanfarnu árini er vorðin siður at enda Mentanarvikuna við einum stórum tiltaki, ið serliga er ætlað børnum. Og í ár verður einki undantak. Mentanarvikan 2009 í Runavík endar við stórum barnatiltaki!

 

Vit kenna øll fitta, fleirhøvdaða Trøllapætur, Trøllababy villu Trøllaommuna, og ikki minst lítlu, garrvillu Trøllaommudidduna.

Afturat øllum trøllunum kemur Steintór Rasmussen eisini at syngja saman við børnunum, og eins og undanfarin ár, verður Bassi aftur á staðnum, og hann plagar altíð at hava okkurt gott við til børnini.

 

Tiltakið verður í ítróttarhøllini í Runavík sunnudagin 25. oktober kl. 17.00.