Leygardagin hin 19. november skipar sp/f 2be fyri gestaltterapidegi á Klaksvíkar Sjómannsheimi. Á skránni verða sera áhugaverdir fyrilestrar og smærri framløgur.
Endamálið er at varpa ljós á gestaltterapi, sum eitt breitt tilboð til stovnar, fyritøkur, bólkar og einstaklingar, og av hesum gjørdist heitið á degnum Gestaltterapi fyri øll.
Sigbritt við Neyst Hansen, sum stendur aftanfyri 2be, sigur við Portalin, at gestaltterapi hjálpir fyritøkum, stovnum og einstaklingum at seta tingini í perspektiv og harvið at finna fjalt tilfeingi og at síggja nýggjar møguleikar. Ein gestaltterapeutur arbeiðir við teimum forðingum, sum liggja í vegin fyri menning og kann gera hetta bæði við coaching, terapi ella sum supervisión.
- Øll tey, sum koma at hava fyrilestrar og framløgur, eru fólk sum eru í gongd við seinasta partin av útbúgvingini sum gestaltterapeutar og kunnu nú undir supervisión arbeiða sum viðgerðarar. Tiltakið byrjar leygardagin hin 19. november klokkan 13 og endar klokkan 19.30 við einum stuttligum innslagi, sum Eyð Matras stendur fyri.
Sigbritt við Neyst Hansen sigur, at tey, sum melda seg til tiltakið, fáa gávukort til eina samrøðu við ein av gestaltterapeutunum.
Skráin fyri alt tiltakið er at síggja á www.2be.fo