Summartónar
Summartónarnir í ár byrja við einum spennandi tiltaki, sum verður við Gjógv. Hetta merkir, at fólk skulu leita sær út á bygd fyri at njóta góðan klassiskan tónleik.
Fyrireikararnir av tiltakinum hava fingið ein heimskendan tónleikabólk úr Slovakia at spæla. Talan er um Moyzes kvartettina, sum skal spæla við Gjógv.
Bólkurin fer at spæla eina strúkikvartett eftir Kristian Blak og eina eftir Leif Hansen úr Nólsoy. Hesar strúkikvartettirnar hava ikki verið framførdar fyrr, og tí er hetta frumframførsla.
Tiltakið er býtt í tveir partar. Klokkan 16 seinnapartin spælir Moyzes kvartettin í Gjáar kirkju, men um kvøldið er aftur konsert í bygdarhúsinum. Tá verða verk eftir m.a. Atla Petersen og Sunleif Rasmussen spæld.
Ikki er neyðugt at ganga svangur henda dagin, hóast tiltakið tekur meginpartin av degnum. Møguleiki verður at fáa nakað til matna, tí Birgir Enni er biðin at gera mat til gestirnar.
Hetta tiltakið verður endurtikið 22. juli við Gjógv, men tá sleppa aðrir tónleikarar framat.
Frá 28. juni til 1. juli verður ein sokallað stevna við Summartónum kring alt landið. Tá verða fleiri konsertir sama dag í ymsum støðum.
Byrjað verður hósdagin 28. juni, tá konsertir eru í Norðurlandahúsinum, Listaskálanum, Gøtu kirkju og í skúlanum í Trongisvági.
Fríggjadagin 29. juni verður konsert í Norðurlandahúsinum, Kirkjubøar kirkju og í Losjuni í Gøtu. Leygardagin 30. juni er konsert í Havnar kirkju, Norðurlandahúsinum, Kvívíkar kirkju og í Fornminnissavninum í Klaksvík. Sunnudagin 1. juli verður konsert í Norðurlandahúsinum, Mykinesar kirkju og eftir ætlan í Fuglafjarðar kirkju.
Helliskonsertir
Í nøkur ár hevur verið skipað fyri konsertum í hellum í Hesti og í Nólsoy. Hesar hava verið væl umtóktar og eru tí aftur á skránni í ár. Tær fyrstu hava longu verið, men tær eru hvørja viku alt summarið. Nú eru tær hvønn týsdag.
Farið verður við sluppini Norðlýsinum úr Havn. Alt eftir hvør ættin er, verður farið út í Hest ella til Nósloyar, har konsertir eru í hellinum. Tilsamans er talan um tjúgu helliskonsertir og tjúgu á landi.
Kristian Blak er ein av fyriskiparunum av Summartónum, og harumframt verður okkurt av hansara verkum spælt.
Hann heldur, at hetta tiltakið er ógvuliga stimbrandi fyri tónasmiðir og tónleikarar sum heild, tí teir hava ikki so góðar møguleikar at sleppa framat við sínum klassiska tónleiki dagliga.
Hann heldur eisini, at landið skuldi stuðla meira, enn tað ger. Peningurin frá landinum røkkur bara til at fíggja flutningin av ljóðførum og tónleikarum runt landið, og tað er ikki nóg nógv.
Kristian Blak sigur, at teir longu eru farnir undir fyrireikingarnar av tiltakinum næsta ár. Til ber at bíleggja pláss til konsertirnar hjá Tutl á telefon 314558.