Stórt tiltak í Skálanum í Klaksvík

Føstu­lávints­leyg­ar­kvøldið 25. februar kl. 19 skipar Stuðulsfelagið »Dragin« fyri stór­um borðhaldi við sangi og frá kl. 23 verður dansur

 
Í Klaksvík er tað er ofta langt ímillum tiltøkini av hesum slag fyri vaks­in og eldri. Tí skipar Stuð­­uls­felagið Dragin aftur í vetur fyri einum hugna­kvøldi í Skálanum føstu­lávintleygarkvøld kl. 19. Vanliga hevur verið borð­reitt við breyði og góðum føroyskum viðskera, men í ár verður tað heitur matur. Undir borðhaldinum verð­ur felagssangur saman við harmonikutónleiki eins og hini árini.
Frá kl 23 verður dansur, har bólkurin »Flemming og vinmenn« (úr Norrøna band) spæla.
Stuðulsfelagið vónar, at nógv fólk fara at tekna seg til hugnakvøldið, tí allur peningurin fer óskerdur til Skúlaskipið.