Stórt tiltak í høllini í Runavík

  


Kunningarstovan í Saltangará
Stórt tiltak í høllini í Runavík

Komandi dagarnar skipar Kappróðrarfelagið NSÍ fyri stórum tiltaki í ítróttarhøllini í Runavík. Tiltakið byrjar hóskvøldið 16. oktober og endar sunnukvøldið 19. oktober.
Hoppuland
Hóskvøldið kl. 19:00 letur eitt sokallað hoppuland upp í ítróttarhøllini í Runavík. Har eru í alt 7 ymisk "hopputing", sum øll vitjandi, bæði ung og gomul, fáa høvi at royna. Møguleiki verður at keypa bilettir fyri hvørt einstakt ting ella eitt arband, sum er galdandi fyri allan dagin. Opið verður hóskvøldið frá kl. 19:00-22:00, fríggjadagin frá kl. 16:00-22:00, leygardagin frá kl. 10:00-14:00 og frá kl. 19:00-22:00 og sunnudagin frá kl. 15:00-22:00.
Candyfloss, poppcorn og sodavatn verður til keyps allar dagarnar.
Seyðasøla
Leygardagin kl. 14:00 verður seyðauppboð. Seldir verða umleið 15 seyðir, harav 2 veðrar. Afturat hesum verður ein stórur veðrur seldur á mexicanskan hátt, har boðið verður 50 kr. hvørja ferð. Høvi verður at keypa sær ein kaffi ella temunn og smurt breyð. Eisini verður stórt lekkurt mat- og køkutombola, fiskibrunnur og søla av døgurðamati úr sjónum.