Stórt tiltak á Giljanesi í dag

Skipað verður fyri stórum tiltaki á ferðamannaheiminum á Giljanesi í dag. Mestsum munnu mong leita sær vestur gjøgnum tunnilin í góðveðrinum í dag, nú ókeypis er at koyra ígjøgnum.

Millum annað hevur ferðamannaheimið á Giljanesi 15 ára hátíðarhald í dag, og í hesum sambandi verður skipað fyri stórum tiltaki uttanfyri heimið. Møguleiki verður at síggja tey nýumvældu kømrini, og á økinum verður framsýning av campingvognum. Harumframt hevur Vágakórið mangt og hvat at bjóða.

Tiltakið byrjaði í morgun klokkan 10, og hildið verður á til seint í kvøld.

Klokkan 10.30 byrjaði stórt tombola við páskareggjum og øðrum góðum, og loppumarknaðurin lat upp.

Barnakórið og ungdómskórið hjá Vága Musikkskúla syngur klokkan 15.00, og ein tíma seinni syngur Katrina Petersen, kórleiðari hjá Vágakórinum. Heðin Ziska Davidsen, guitarleikari í MARIUS, spælir afturvið.

Klokkan 17 og 19 syngur Vágakórið og klokkan 21.00 verður felagssangur við Jákupi og Andrassi.

Allan dagin verður høvi at keypa sær ein drekkamunn við lagkøku og vaflum v/súltitoyi og róma. Eisini fáast pizzasniglar og leskidrykkir til keyps.