Stórt tiltak á flogvøllinum

Kunningarstovan í Vágum skipar saman við handlum og fyritøkum í oynni fyri stórum tiltaki í høllini á flogvøllinum í kvøld

Stórt tiltak við mótasýning og øðrum undirhaldi verður í høllini í terminalinum á flogvøllinum í kvøld klokkan 18.30, sigur Kunningarstovan í Vágum í tíðindaskrivi.
Terji Nielsen, kunningarleiðari í Vágum, greiðir frá, at tiltakið byrjar vð borðhaldi klokkan hálvgum sjey. Tað er cafeteria á flogvøllinum, sum stendur fyri borðhaldinum. Borðhaldið verður skipað sum buffet, sigur kunningarleiðarin.
Einir 10 handlar í Vágum verða við í tiltakinum. Umframt verður sjónleikur og spurnarkapping millum bygdarráðini í oynni. Eisini fer ein hárfríðkanarstova at sýna fram ymisk kynstur.
Bygdarráðini í Vágum fara at luttaka í spurnarkapping, sum verður skipað soleiðis, at tvey og tvey fyrst hittast í hálvfinalu, og so fara vinnararnir í finaluna. Gløggasta bygdarráðið í oynni fær so steyp frá Atlantsflogi.
Eisini fara sjónleikarar úr Vágum at sýna fram onkran stuttar leikir, sigur Kunningarstovan.
Tiltakið kostar 175,- krónur fyri hvønn, og atgongumerkini kunnu keypast á kunningarstovuni í Miðvági umframt í handlum í bygdunum í Vágum. Hilmar Jan Hansen fer at vera frásøgumaður undir tiltakinum á flogvøllinum í kvøld.