Í Føroyahúsinum í Keypmannahavn verður leygarkvøldið 29. september eitt stórt tónleikaligt tiltak. Ítrottarfelagið Føroyar skipar fyri hesum tiltakinum, har bæði Eyðun Nolsøe, Høgni Lisberg, Pætur við Keldu og Arnold Ludvig koma at spæla.
Tá ið orkestrið heldur steðg, kemur Eyðunn Drewsen at verða DJ. Tað er triðja ári á rað, at Eyðfinn Drewsen kemur at spæla her. Hini árini, hann hevur spælt, hevur verið fullt sett.
Frá kl. 22-24 verður eisini felagssangur við Pæturi á Borg, ið er vælkendur gittaraspælari á Oyrasundskollegie?inum. Seinastu árini hevur Pætur spælt til nógvar veitslur á Amager og tvey tey seinastu árini hevur hann eisini spælt til vælumtøktan felagssang á Ishøj Regatta.
Í ár verður eisini bílig barr frá kl. 22-22.30, meðan felagssangurin er.
Plakatin og sangheftið til felagssangin liggur á dansur.ifforoyar.dk









