Stórt tal av laksum doyðu í donskum alibrúki

Ógreitt er, hví 250.000 kilo av laksi knappliga doyðu í alibrúki í Hvide Sande

Alibrúkið Langsand Laks í Hvide Sande í Danmark, sum er á landi, hevur eftir 20 tímum mist ein fjórðing av sínari ársframleiðslu. 250 tons av laksi doyðu knappliga, og framvegis er ógreitt, hví laksarnir doyðu.

Hetta skrivar IntraFish.

- Vit hava sett víðfevndar kanningar og royndir í verk fyri at finna fram til orsøkina, sigur Johan Andreassen, stjóri í Atlantic Sapphire, sum eigur alibrúkið.

IntraFish skrivar, at fyribils verður ikki mett, at laksarnir doyðu av sjúku ella tøkniligum breki, men heldur av onkrum slagi av dálking.

Langsand Laks alir laks á landi, tí tað verður mett sum ein stór framtíðar vinna, og ikki minst tí hevur tað stóran týdning fyri Atlantic Sapphire at finna fram til, hví laksarnir doyðu, so at íleggjararnir og møguliga nýggir íleggjarar ikki venda verkætlanini bakið.