Spanska løgreglan hevur tikið 66 fólk í sambandi við eitt stórt átak ímóti barnaporno. Í átakinum hevur løgreglan lagt hald á meiri enn 48 milliónir barnapornografiskar myndir og sjónbond, og 66 fólk eru tikin.
Granska tíðindastovan AFP skrivar, at átakið var sera umfatandi, og at tað bleiv lagt til rættis í samstarvi við altjóða løgreglufelagsskapin Interpol.
Tað vóru ábendingar frá týsku løgregluni, sum fingu sponsku løgregluna at fara undir átakið, og løgreglan hevur fyrireikað seg síðani í september í fjør, skrivar AFP úr Madrid.










