Stórt tak hjá VB

VÍF kann oyðileggja spenningin í kvinnudeildini, um tær vinna dystin í Vági leygardagin

Hondbóltur

Eftir at VB seinasta vikuskifti vann tryggan sigur á Neistanum, er tað hesaferð VÍF, sum er stóra uppgávan hjá VB. Stór, tí eitt tap eftir øllum sólarmerkjum at døma sendir FM-gullið til Klaksvíkar, men eisini tí VÍF framvegis eigur eitt av sterkastu kvinnuliðunum í landinum.
Hóast tað, so eru tær úr Vestmanna einans at finna á triðja plássinum, og tað er einki at ivast í, at hóast sessurin neyvan stendur til at vika, so fara tær at leggja stóra orku í at vísa VB, at støðan burdi verið øðrvísi.
Hetta hevur VB tó ikki ráð at hugsa um. Hjá teimum eru tað stigini, sum telja, og tó at tær kanska kunnu liva við einum javnleiki, so er tað ikki tað, sum tær hava i tonkunum. Har er tað bara sigurin, sum telur, og við eini fullsettari VB-høll í rygginum skuldu útlitini fyri hesum eisini verið hampuliga góð.

Bleytir dystir
Hinir báðir dystirnir í kvinnudeildini mugu uttan iva roknast sum tveir av tí bleytara slagnum.
Á Giljanesi kemur oddaliðið úr Klaksvík á vitjan, og hvussu víkir og vendir, so er einki at ivast í, at tað enn einaferð verður staðfest, hvør styrkismunur er á toppi og botni í kvinnudeildini.
Og í Havn fær Neistin vitjan av StÍF. Tann dystin er Neistin á pappírinum stórfavorittur at vinna, men hinvegin hava tær í fleiri førum havt stórar trupulleikar av niðaru liðunum, so tað kundi kanska hent seg, at tær snáva, nú tær kortini ikki hava meira at spæla fyri.