Annar parturin fer fram ímóti klokkan 17 í morgin at fegnast um, at tað er eydnast at varðveita plássið í bestu deildini, og hin parturin fer at ásanna, at í 2012 var úrtøkan ikki nóg stór til at sleppa undan niðurflytingini.
Treytirnar eru púra greiðar, tá ið TB fær vitjan av B68. Hjá TB snýr tað seg um ikki at tapa meiri enn 3-0, og hjá B68 goymir møguleikin fyri sunnudagsfótbólti næsta ár seg í sigri, sum í minsta lagi er 4-0.
– Tað verður torført, men uppgávan er ikki púra ógjørlig, verður sagt á Toftum. Tað ber ikki til at siga annað, enn at B68 hevur tølini ímóti sær. Í 26 umførum hevur B68 skorað 19 mál. Bill Jacobsen hevur havt ábyrgdina tríggjar tær seinastu ferðirnar. Í hesar 270 minuttirnar hevur B68 ikki megnað at skora eitt mál! Í 8. umfari vann TB 3-1 á B68 við Stórá í Trongisvági.
Í morgin er liðformaðurin Jann Ingi Petersen tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður ímóti EB/Streymi. Haraldur R. Højgaard er tøkur aftur, eftir at hann í síðstu viku var burturstaddur í U19 landsliðsørindum. Miðverjin Oddur Højgaard er leikbannaður.
Hjá TB snýr tað seg fyrst og fremst um at halda tørn um útgangsstøðuna og at dúva upp á møguleikan í skjótálopi rættuliga at taka spenningin burtur. Tað eigur at vera góð fyritreyt hjá Gilla Sørensen og Dmitrije Jankovic. Ragnar Tausen, Poul Ingason og Eirikur Magnusarson eru tøkir aftur, eftir at teir fyri viku síðani vóru burturi í U-19 landsliðsørindum. Gunleif Olsen er leikbannaður.
TB - B68: Petur Reinert leygardagin klokkan 15.00