Stuðulstiltakið verður Í Badmintonhøllini, og byrjar klokkan 14 Badmintonhøllin í Klaksvík verður karmur um eitt stórt stuðulstiltak, sum kemur at vara í samfullar 12 tímar.
Stuðultiltakið byrjar klokkan tvey seinnapartin, og tað endar klokkan tvey um náttina.
Tey sum fara at taka lut á stuðulstiltakinum verða Breiðband, Theodor Petersen, Vitin, Oda Sonja, Annbritt Lamhauge, Tóra við Keldu, 17 sangarar, Humble Cry, Kirstin Olsen, Sirikit, Durita Mohr, Heine Lutzen, Rainer, Martin Joensen, Kristina Bærendtsen, Credo, Olivia Rasmussen, Martin í Grund, Ari Samson og bólkurin T.O.S.
Innkomni peningurin fer til tvey barnaheim, sum liggja í ávikavist India og í Afrika.
Tað er ókeypis at koma til stuðulstiltakið við øllum teimum mongu sangframførslunum, men til ber hjá fólki at stuðla við einari upphædd á staðnum.