Fyrst í komandi ári fara løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, at skriva undir eina felags yvirlýsing, sum tryggjar Føroyum at sita við samráðingarborðið, tá føroysk uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti verða umrødd.
Løgmaður og danski uttanríkisráðharrin eru á einum máli um, at nýggja avtalan millum Føroyar og Danmark er eitt munandi framstig hjá føroyingum á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum.
Samráðingarrætt
Danir og grønlendingar hava undirskrivað líknandi avtalu á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum, og tað hevði millum annað við sær, at grønlendski landsstýrisformaðurin, Josef Motzfelt, var við í samráðingunum, tá danski og amerikanski uttanríkisráðharrin. Per Stig Møller og Colin Powell, fyrr í ár umrøddu framtíðina hjá Thule-støðini í Grønlandi.
Sambært nýggju avtaluni fáa føroyingar heimild til at verða við í samráðingarnevndum og sita við samráðingarborðið, tá danir í framtíðini fara at samráðast við eitt nú NATO um føroysk viðurskifti á trygdarpolitiska økinum. Sambært Heimastýrislógini eru uttanríkismál og herðnaðarmál bólkað sum felagsmál, og tískil hava danir avgerandi orðið í uttanríkis- og trygdarspurningum, sum hava við Føroya at gera.
-Við avtaluni fáa vit tryggja okkum, at hædd verður tikin fyri føroyskum sjónarmiðum, tá avgerðir í eitt nú NATO um føroysk viðurskifti skulu takast. Uttanríkispolitikkur og trygdarpolitikkur eru sambært Heimastýrislóginifelagsmál, og tí liggur endaliga avgerðin framvegis á donskum hondum, men eg haldi kortini, at avtalan er eitt týðandi stig á sjálvstýrisleið, Hevur tú í huga reyðu - og svørtu bók, so vísir kanningararbeiðið í teimum bókum greitt, at føroyingar vóru ólukkuliga óvitandi um tað, sum fór fram á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum í farnu øld, og tí má sigast, at nýggja avtalan er eitt stórt framstig, heldur løgmaður.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at við nýggju avtaluni fylgir samgongan upp uppá løgtingssamtyktina um føroyskan trygdarpolitikk, sum varð samtykt í vár.
-Hjá okkum er ikki talan um alt ella einki. Vit ásanna, at trygdarpolitikkur og uttanríkispolitikkur er danskt ábyrgdarøki, og at hasi málsøkini ikki verða yvirtikin í løtuni, men vit vilja kortini hava, at okkurt hendir á økinum. Við at flyta eina røð av heimildum, sum higartil hava ligið í Keypmannahavn til Føroyar, haldi eg, at vit avgjørt gera framstig á sjálvsstýrisleið, heldur løgmaður.
Skjøl til Føroya
Umframt rættin at sita við samráðingarborðið tryggjar nýggja avtalan millum Føroyar og Danmark, at føroyingar fáa øll innanhýsis skjøl úr Fólkatinginum, sum umrøða føroysk uttanríkis- og trygdarpolitisk viðurskifti.
Hetta fer at hava við sær, at tá eitt nú danski uttanríkisráðharrin fer at lata uttanlandsnevndini í Fólkatinginum skjøl viðvíkjandi Føroyum, skulu skjølini samstundis sendast til uttanlandsdeildini í Tinganesi.
Atlimaskap
Triðja súlan í nýggju avtaluni er føroyskur atlimaskapur í altjóða felagsskapum. Í løtuni hava føroyingar bert atlimaskap í havumhvørvis -felagsskapinum, IMO, men nýggja avtalan skuldi verið til at betra um møguleikarnar at fáa atlimaskap í fleiri øðrum altjóða felagsskapum. Sambært avtaluni , binda danir seg til at stuðla føroyingum í at vinna sær atlimaskap í altjóða felagsskapum.
Spurdur um Føroya Landsstýrið ítøkiliga arbeiðir við at fáa atlimaskap í altjóða felagsskapum í løtuni, svarar løgmaður:
-Tað er ikki nakað, sum streingir á í løtuni. Limaskapur í FAO (Matur og landbúnaður, blðm) hevur áður verið uppi og vent, tí ikki minst gjøgnum fiskivinnuna hava vit nøkur áhugamál har, men tað liggur einki ítøkiligt fyri í løtuni.
Fakta: Yvirlýsingin
Føroyingar fáa samráðingarætt í uttanríkis- og trygdarpolitikki
Øll innanhýs skjøl viðvíkjandi føroyskum trygdar- og uttanríkispolitiskum skulu sendast til uttanríkisdeildina á Løgmansskrivstovuni
Danir fara at stuðla føroyingum í at atlimaskap í altjóða felagsskapum
Mynd: Eidesgaard
Vit ásanna, at trygdarpolitikkur og uttanríkispolitikkur er danskt ábyrgdarøki, og at hasi málsøkini ikki verða yvirtikin í løtuni, men vit vilja kortini hava, at okkurt hendir á økinum. Við at flyta eina røð av heimildum, sum higartil hava ligið í Keypmannahavn til Føroyar, haldi eg, at vit avgjørt gera framstig á sjálvsstýrisleið, heldur løgmaður.
Mynd: Jan Muller
Mynd: Jan Muller









