Stórt skrædl í Kroatia

Síðsta korterið undan steðginum var serliga kostnaðarmikið, tá ið KÍ kvinnurnar løgdu írygg til 9-0 tap ímóti íslendska meistaraliðnum Stjarnan

Tað gekk ikki væl, tá ið KÍ kvinnurnar í dag spældu fyrsta dystin í innleiðandi bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini. Mótstøðuliðið var Stjarnan úr Reykjavík, og íslendska liðið vann 8-0 eftir hálvleiksstøðuna 7-0.

 

Síðsta korterið í fyrra hálvleiki kortsluttaði tað ordiliga hjá KÍ, tí tá økti Stjarnan um leiðsluna úr 1-0 og upp í 7-0.

 

Íslendskur kvinnufótbóltur er á øðrum støði enn kvinnufótbóltur er. Tað var greitt frammanundan, úrsitið er staðfesting av tí, og tølini siga somu søgu. Stjarnan hevði 57 vandamiklar atsóknir, og KÍ hevði fýra. Stjarnan hevði tólv hornaspørk, og KÍ hevði einki. Íslendska liðið hevði 31 royndir ímóti KÍ málinum, meðan KÍ onga roynd hevði ímóti íslendska málinum.

Fríggjakvøldið klokkan 19.15 verður næsti dysturin. Tá skal KÍ spæla ímóti kroatiska meistaraliðnum Osijek.

 

LIÐUGT

9-0

97: MÁL. STJARNAN-KÍ 9-0: Lára Pedersen

90: Seks minuttir lagdir aftrat.

 

85: KÍ skiftir út. Tórunn Joensen avloysir Evy á Lakjuni.

 

76: Íslendingarnir koyra á og ætla sær at vinna uppaftur meir. Nú raktu tær tvørtræið aftanfyri KÍ málverjan, sum síðani bjargaði væl við beinparadu. 

69: MÁL. STJARNAN-KÍ 8-0: Tað hevur verið friðarligt higartil í seinna hálvleiki, men nú var aftur mál. Tað var eftir horna, at Donna Henry skoraði.

60: KÍ hevur hildið tætt fyrsta korterið av seinna hálvleiki. Íslendska liðið hevur havt greiða yvirvág í spæli.

50: Stjarnan situr framvegis tungt á dystinum og hevur havt eina roynd á stongina.

46: Seinni hálvleikur er byrjaður. KÍ hevur gjørt tvær útskiftingar. Gudny Johannesen er farin út, og í hennara stað er komin Tóra Mohr. Sanna Jacobsen er farin út, og inn fyri hana er Sigrun Sirdal komin. 

45: HÁLVLEIKUR. Nú hevur skotski dómarin bríkslað fyri hálvleiki. Tað er hart tiltrongt hjá KÍ at sleppa í skuggan at hvíla seg og savna seg aftur. Seinasta korterið fyri hálvleikin skoraði íslendska liðið seks mál. Nú ræður um at binda sum frægast fyri í seinna hálvleiki.

44: MÁL. Stjarnan-KÍ 7-0. KÍ-liðið er dottið saman seinasta korterið. Bakkurin Bryndís Bjørnsdóttir hevur nú skorað til 7-0. Higartil hevur Stjarnan havt 15 royndir á KÍ-málið. KÍ hevur onga málroynd havt. 

42: MÁL. S
tjarnan-KÍ 6-0. Nú er veruligt skrædl. Miðvallarin Katrin Ásbjørnsdóttir hevur skotið sætta málið. Hetta er fimta málið seinastu 11 minuttirnar.

41: MÁL. 
Stjarnan-KÍ 5-0. Seinastu 10 minuttirnir hava verið vanlukkuligir hjá KÍ. Stjarnan hevur skorað fýra mál. Nú skoraði Gudmunda Óladóttir fyri aðru ferð í dag. 

35: MÁL: Stjarnan-KÍ 4-0. Bert ein minutt eftir triðja málið er aftur galið. Kantspælarin Donna Henry skorar. Stjarnan hevur nú skorað trý mál upp á fýra minuttir.

33: MÁL. 
Stjarnan-KÍ 3-0. Nú stendur veruliga á hjá KÍ. Stóra íslendska trýstið hevur við sær, at verjuspælarin Malena Josephsen beinir bóltin í egið mál. Nú hevur Stjarnan skorað tvey mál innan tríggjar minuttir. 

31: MÁL. Stjarnan-KÍ 2-0. Miðframherjin Gudmunda Óladóttir, sum legði upp til fyrra málið, hevur skorað.

30: Sterka íslendska meistaraliðið hevur havt greiða yvirvág í spæli og málroyndum. Higartil hevur Stjarnan havt seks royndir á KÍ-málið. KÍ hevur ikki havt nakra málroynd enn.

25: Stjarnan hevur higartil havt fýra hornaspørk. KÍ hevur ikki havt nakað.

22: Tað er framvegis Stjarnan, sum leypir á, og KÍ má fyri tað mesta vera í verjustøðu.

15: Fyrsta korterið hevur Stjarnan sitið tungt á spælinum og hevur havt fýra royndir á málið. KÍ eigur framvegis fyrstu málroyndina til góðar. 

11: KÍ skal nú royna at fóta sær eftir bragdliga byrjan hjá íslendsku meistarunum.

8: MÁL. Stjarnan-KÍ 1-0. 17 ára gamla Agla Maria Albertsdóttir skoraði málið. Frammanundan hevði Stjarnan havt naska roynd, sum KÍ málverjin fekk vart fyri.

1: Dómarin Lorraine Clark, sum er úr Skotlandi, hevur bríkslað dystin í gongd. Sólin skínur í Osijek, og hitin er um 25 stig. 


***


KÍ: Ana Ivanov – Katrina Akursmørk, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Maria K. Thomsen – Sanna Jacobsen, Eyðvør Klakstein, Gudny Johannesen, Rannvá Andreasen, Evi á Lakjuni – Liljan Jacobsen

Stjarnan: Gemma Fay – Bryndís Bjørnsdóttir, Anna Baldursdóttir, Kim Dolstra, Kristrún Kristjánsdóttir – Lára Pedersen, Katrin Ásbjørnsdóttir, Ana Cate – Donna Henry, Gudmunda Óladóttir, Agla Maria Albertsdóttir


***


Upptakt:

Kvinnuliðið hjá KÍ luttekur í hesum døgum fyri 17. ferð í UEFA Women’s Champions League. Kappingin byrjaði í 2001, og tað var um sama mundið, sum sigursrøðin hjá KÍ byrjaði. Tí er KÍ einasta felag í Europa, sum hevur luttikið í Champions League hjá kvinnum á hvørjum ári síðani 2001. 

Komandi vikuna spælir KÍ bólkaspæl í Kroatia. Fyrsti dysturin verður í dag ímóti sterka íslendska meitaraliðnum Stjarnan.

Hini bæði liðini í bólkaspælinum eru kroatisku vertirnir ZNK Osijek og ZFK Istatov úr Makedonia.

KÍ spælir aftur í Champions League fríggjadagin og mánadagin í næstu viku.

Vinnarin av bólkaspælinum fer víðari í kappingini saman við besta 2’araum samanlagt í bólkaspælinum.