Stórt skrædl í Belfast

Tað gekk, sum tað plagdi at gera nógvu tey fyrstu árini, Føroyar vóru við í altjóða fótbólti, og sum tað fleiri ferðir hevur gjørt í EM undankappingini hesa ferð.

Føroyar hava í kvøld lagt rygg til 4-0 tap í EM undankappingardysti ímóti Norðurírlandi í Belfast. Úrslitið á heimavølli ímóti Norðurírlandi var 1-1. Tað vil siga, at talan var um heilt aðra uppgerð í kvøld, og úrslitið hesa ferð líkist nógv úrslitunum í hinum dystunum á útivølli í hesi EM undankappingini.

Føroyar hava tapt 5-0 í Italia og 5-1 í Slovenia. Fyrr í dag tapti U21 landsliðið 4-0 í Belfast, og harvið hevur Norðurírland í dag tilsaman vunnið 8-0 á Føroyum í Belfast.

Tølini siga, at tað var stórur munur á. Norðurírland hevði níggju hornaspørk, og Føroyar høvdu eitt hornaspark.

Norðuirland setti hol á eftir hornaspark í 5. minutti, og soleiðis var støðan inntil 66. minutt. Sum 1. hálvleikur leið kom føroyska liðið alt meiri fyri seg, og Christian Lamhauge Holst, Jóan Símun Edmundsson og Hjalgrím Elttør høvdu góðar royndir ímóti heimamálinum.

Fyrstu lítlu løtuna eftir steðgin var tað eisini spennandi. Norðurírland var tó støðugt omaná, og tað var serliga vandamikið, tá ið Norðurírland gjørdi skjótt av, eftir at føroyska liðið hevði kiksað í samanspælinum frammarlaga á vøllinum.

Miðskeiðis í 2. hálvleiki økti Norðurírland um leiðsluna, og so var spurningurin bara, hvussu stórt tapið fór at verða, og tað varð 4-0.

 

Norðurírland-Føroyar 4-0 (1-0)

Á Windsor Park í Belfast mikudagin 10. august 2011 kl. 19.45

EM undankappingardystur

Dómarakvartett úr Bosnia Hersegovina: Emir Aleckovi?, Hrvoje Turudi?, Senad Ibrisimbegovi? og Ognjen Valji?

1-0: Aaron Hughes 5

2-0: Steven Davis 65.

3-0: Pat McCourt 71.

4-0: Pat McCourt 88.

Norðurírland: 1. Lee Camp - 2. Chris Baird, 3. Jonny Evans, 4. Gareth McAuley (5. Craig Cathcart, 46.), 6. Sammy Clingan, 7. Corry Evans (16. Niall McGinn, 59.), 8. Steven Davis, 9. David Healy (15. Jamie Ward, 83.), 10. Pat McCourt, 11. Grant McCann, 18. Aaron Hughes

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12 Alan Mannus, 13 Ryan McGivern, 14 Peter Thompson, 17 Jonny Gorman

Gult kort: Paul McCourt 33.

Reytt kort: eingin

Venjari: Nigel Worthington

Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen - 2. Jónas Tór Næs, 5. Atli Gregersen, 4. Rógvi Baldvinsson, 3. Jóhan Troest Davidsen - 11. Hjalgrím Elttør (12. Christian R. Mouritsen, 75.), 7. Fróði Benjaminsen, 9. Christian Lamhauge Holst (17. Arnbjørn T. Hansen, 68.) 8. Súni Olsen (13. Atli Danielsen, 75.), 6. Daniel Udsen - 10. Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Rene Tórgarð, 14. Viljolmur Davidsen, 15. Odmar Færø, 18. Bogi Løkin

Gult kort: eingin

Reytt kort: eingin

Venjari: Brian Kerr

 

Liðugt!

Norðurírland hevur vunnið 4-0 á Føroyum.

 

Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir aftrat.

90 min.

4-0

McCourt hevur eftir framúr einmansavrik, tá ið hann sneiddi framvið fleiri av føroysku spælarunum, skorað. Hann var púra leysur, tá ið hann hegnisliga lyfti bóltin upp um Jákup Mikkelsen. Hetta var í 88. minutti.

 

85 min.

3-0

Healy fer av vøllinum og í hansara stað er komin Jamie Ward.

Daniel Udsen hevur havt roynt ímóti norðurírska málinum, men bólturin fór við síðuna av.

 

80 min.

3-0

Norðurírar hava fullkomuliga sett seg á spælið, og Jákup Mikkelsen hevur rættuliga fingið roynt seg hesa seinastu løtuna. Fjórða málið lúrir, og í løtuni er tað einki, sum bendir á, at føroyingarnir skulu megna at minka um munin.

 

75 min.

3-0

Nú stendur ikki so væl til. Norðurírland økti um leiðsluna í 71. minutti. Eftir fínt uppspæl, sum bar við sær, at føroyska liðið varð tagað sundur, setti McCourt bóltin upp í nettakið. Føroyingarnir kennast vera ógvuliga moyrir, og áskoðararnir fegnast og bera sínar menn fram við fagnaðarrópum og sangi.

Atli Danielsen hevur loyst Súna Olsen av, og samstundis er Christian R. Mouritsen komin á vøllin í staðin fyri Hjalgrím Elttør.

 

 

2-0

At teir øktu um leiðsluna til 2-0 bar við sær, at tað kennist tryggari hjá heimaliðnum.

 

70 min.

2-0

Hetta málið kom sera illa við, og upphavið var missur í føroyska uppspælinum.

Álopið var í høgru, og Davis sendi bóltin í málið uttan møguleika hjá Jákupi Mikkelsen. Hetta var í 66. minutti.

Arnbjørn T. Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Christian Lamhauge Holst í 68. minutti.

 

65 min.

1-0

Jákup Mikkelsen hevur bjargað eftir skotroynd frá innskifta Niall McGinn.

Norðurírland hevur havt horna í høgru uttan at nakað spurdist burturúr.

Heimaliðið er ikki serliga sannførandi. Føroyska liðið vinnur fleiri nærdystir, men tað hevur ikki eydnast at spæla seg til upplagdar málmøguleikar

 

60 min.

1-0

Fleiri av føroysku skiftisspælarunum hita upp. Talan er um Atla Danielsen, Christian R. Moritsen og Arnbjørn T. Hansen.

Hjalgrím Elttør hevur sneitt seg framvið fleiri mótstøðumonnum úr høgru og innfyri. Daniel Udsen fekk bóltin í vinstru, men skotið frá honum fór omanfyri málið.

Norðurírland hevur skift Niall McGinn inn fyri Corry Evans, sum spældi í høgru.

 

55 min.

1-0

Norðurírar hava bóltin meiri, men síðstu løtuna hava tað ikki verið upplagdir málmøguleikar - hvørki í øðrum endanum enn í hinum.

 

50 min.

1-0

Norðurírland roynir at leggja trýst á føroyska liðið, men tað eydnast ikki á sama hátt, sum tað gjørdi fyrstu løtruna í 1. hálvleiki

Christian Lamhauge Holst megnar væl at bjóða av ein ímóti einum.

 

Beinanvegin eftir steðin er Craig Cathcart komin inn í miðverjuna í staðin fyri Gareth McAuley

 

46 min.

1-0

Dysturin er bríkslaður í gongd aftur.

 

Eftir sera stórt trýst fyrstu løtuna, tá ið Norðurírland legði seg á odda 1-0, fótaði føroyska liðið sær alt betri. Sum tíðin leið, megnaði føroyska liðið at varðveita bóltin í samanspæli og harvið at sleppa undan støðuga stóra trýstinum.

Ofta hevur Jákup havt nógvar super bjargingar. Tað hevur hann ikki í dag. Ikki tí at hann - sum vanligt hevur verið tryggur - men heldur tí mótstøðumenninir ikki hava verið so vandamiklir í skotroyndum. Stutt undan steðginum var Jákup prísgivin eftir kiks í føroyska uppspælinum, men eftir skotroynd av brotsteigarmarkinum brast bólturin í stólpan.

Christian Lamhauge Holst, Hjalgrím Elttør og Jóan Símun Edmundsson hava havt brúkiligar royndir ímóti norðurírska málinum..

 

 

Hálvleikur!

1-0

Súni Olsen legði horna innfyri. Støðan var spent, men dómarin bríkslaði fyri frísparki ímóti Christiani Lamhauge Holst, tá ið Rógvi Baldvinsson royndi seg ímóti málinum.

 

1 minuttir lagdur aftrat.

45 min.

1-0

Eftir føroyskt kiks í uppspælinum, tá ið Daniel Udsen misti, struku heimamenninir avstað í vinstru, og Corry Evans sendi av brotsteigarmarkinum bóltin í stólpan!

Jóan Símun Edmundsson er sera vandamikil og tiltuskar sær hornaspark.

 

40 min.

1-0

Gongdin er tann sama. Síðstu løtuna hevur hvørki liðið havt nakran upplagdan málmøguleika, og føroyingarnir hava verið eins væl við í spælinum úti á vøllinum, sum mótstøðumenninir hava verið.

 

35 min.

1-0

McCourt hevur sæð gult fyri at vísa sína misnøgd við dómaran eftir nærdyst við Fróða Benjaminsen.

Føroyska liðið er alt betri skipað.

Eftir langt innkast hevur Hjalgrím Elttør havt góða skotroynd, men bólturin fór dygst omanfyr9i.

 

25 min.

1-0

Føroyingar hava fyri fyrstu ferð megnað líkinda samanspæl soleiðis, at føroyingarnir hava megnað at samanspæla fleiri ferðir. At bólturin ferðast millum føroysku spælararnar ber við sær, at tað lættir eitt vet, so trýstið ikki er so stórt.

Jóan Símun Edmundsson hevur bjóðað miðverjunum av, og tá ið hann smekkaði til, hálvbjargaði málverjin og so var hann fyrstur á returbóltinum.

Fróði Benjaminsen er borin av vøllinum, men hann kemur aftur á vøllin.

 

20 min.

1-0

Norðurírar hava havt tvey hornspark og eitt fríspark aftrat. Hetta vísir væl, hvussu stórum trýsti føroyska liðið liggur undir.

Norðurírland hevur havt fyrsta málsparkið, eftir at Hjalgrím Elttør hevur roynt seg.

 

15 min.

1-0

Føroyingar royna at skipa seg væl í verjupartinum, og tað kann gerast vandamikið í skjótum mótálopum. Tað sást, tá ið Christian Lamhauge Holst varð sendur avstað eftir langa sending. Hann spældi tvørtur um til Súna Olsen, sum royndi seg ímóti málinum, men bólturin fór við síðuna av málinum.

Lítla løtu seinni royndu norðurírar seg við stikkbólti fram ímillum miðverjarnar hjá Føroyum, og Atli Gregersen megnaði akkurát at stýra bóltin út til horna.

Einki kom burturúr hornasparksinnlegginum.

 

10 min.

1-0

Trýstið á føroyska liðið er stórt. Norðurírland hevur longu havt fýra fríspørk og tvey hornaspørk. Føroyingarnir hava ikki verið í nánd av norðurírska málinum. Sum í U21 landsdystinum fyrr í dag, so hevur Norðurírland rættuliga sett føroyingarnar undir trýst.

 

5 min.

1-0: eftir hornaspark aftur um handara stólpan og inn fyri aftur málið, har liðformaðurin Aaron Hughes sendi bóltin í málið umvegis stólpan.

Sera óheppin byrjan fyri føroyingar, og lagið á Windson Park er gott millum norðurírsku áskoðararnar, sum syngja í regninum og vindinum!

 

 

Fyrsta bríkslið á Windson Park í Belfast verður klokkan 19.45. Líkindini at spæla fótbólt eru rættuliga føroysk, um tað ber til at siga tað soleiðis. Tað er frískur vindur, og tað hevur regnað rættuliga nógv í kvøld.

 

Norðurírland-Danmark kl. 19.45

Á Windsor Park í Belfast

EM undankappingardystur

Dómarakvartett úr Bosnia Hersegovina: Emir Aleckovi?, Hrvoje Turudi?, Senad Ibrisimbegovi? og Ognjen Valji?

Norðurírland: 1 Lee Camp - 2 Chris Baird, 3 Jonny Evans, 4 Gareth McAuley, 6 Sammy Clingan, 7 Corry Evans, 8 Steven Davis, 9 David Healy, 10 Pat McCourt, 11 Grant McCann, 18 Aaron Hughes

Á beinkinum: 12 Alan Mannus, 5 Craig Cathcart, 13 Ryan McGivern, 14 Peter Thompson, 15 Jamie Ward, 16 Niall McGinn, 17 Jonny Gorman

Venjari: Nigel Worthington

Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen - 2. Jónas Tór Næs, 5. Atli Gregersen, 4. Rógvi Baldvinsson, 3. Jóhan Troest Davidsen - 11. Hjalgrím Elttør, 7. Fróði Benjaminsen, 9. Christian Lamhauge Holst 8., Súni Olsen, 6. Daniel Udsen - 10. Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum: 16. Rene Tórgarð, 13. Atli Danielsen, 14. Viljolmur Davidsen, 15. Odmar Færø, 18. Bogi Løkin, 12. Christian R. Mouritsen, 17. Arnbjørn T. Hansen

Venjari: Brian Kerr