Tað 4.000 tons stóra ferðamannaskipið Lyubov Orlova rekur mannleyst fyri vág og vind har vesturi í Norðuratlantshavinum eystur úr Flemish Cap.
Ein sleipibátur var í ferð við at sleipa skipið úr St. Johns í Ný Fundnalandi til Dominikanska Lýðveldið til upphøggingar, tá endin slitnaði. Síðani hevur skipið rikið fyri vág og vind.
Íslendska sjóverjan segði í gjár, at Lyubov Orlova rekur millum ein og tveir fjórðingar um tíman í landnyrðing, og at við hetta lag kemur skipið inn í íslendskan sjógv innan ein mánað.
Sum skilst vil eingin átaka sær ábyrgd av skipinum.










