Norska skipið Libas, sum er eitt av teimum størstu skipunum, sum fiskar í Norðuratlantshavi, hevur verið á Fuglafirði og landað svartkjaft til Havsbrún. Libas, sum er úr Bergen, er 94 metrar langur og 17,6 metrar breiður. Hann er 4.400 BRT, men tekur ikki meira enn 2.000 tons av fiski. Motorurin er 8.200 HK.
Libas er bygdur soleiðis, at hann kann partvíst virka sum havransóknarskip og hevur egna rannsóknarstovu. Teir eru vanliga ikki fleiri enn átta mans við skipinum, skrivar Vinnan á heimasíðu síni.