Jón Dahl Joensen, maskinstjóri á Oasis of the Seas, helt fyrilestur um risaskipið fyri fullum Pakkhúsi í Vági herfyri. Felagsnevnarin kann sameinast í einum orði: stórt Nærum fullsett var í Pakkhúsinum, og tað var ikki hissini upplýsingar, ið áhoyrarafjøldin fekk um hendan risan á heimshøvunum, væl undirbygt við vøkrum myndum og sjónbandaupptøkum. Har sást stásiliga farið í sigling, og eisini sást, hvussu byggingin fór fram í Finnlandi.
Víðagitnu upptøkurnar, tá Oasis of the Seas fór undir brúnna um Stórabelt, og kanska ein metur var eftir, til skipið tók í brúnna, vóru eisini at síggja.
Skipið er 225.000 tons og er í Genesis flokkinum, ið er hin størsti av sínum slag. Tekningar eru um skip í størri flokki, men enn er onki á heimshøvunum.
Skipið er 362 metrar langt og 63,4 metrar breitt, so sjálvt stórir trolarar eru oftast ikki meira enn breiddin á skipinum. 6800 gestir kunnu vera umborð og manskapið telur 2200.
12000 plantur eru í Central Park, ið er gjørd umboð. 600.000 litrar av máling eru nýttir til skipið.
Nógv ógvuslig tøl kunnu nevnast, men lesarin skal ikki keðast við tí, men summi eru verd at nevna. 8 tons av kjøti verða nýtt um vikuna og tað sama av høsnakjøti. Og 86.000 egg verða nýtt umborð um vikuna og 175 fløskur av whiskey. 18.000 pizzaslice verða nýtt umborð um vikuna og tað standa 40 trailarar á bryggjuni við vøru, tá skipið kemur inn, eftir cruise í eina viku.
Manningin kemur úr eini 75 til 80 ymsum londum.
Millum annað kom fram, at hugsar ein um orku, SEV og streym, so framleiða motorarnir umborð á Oasis of the Seas 25% meir orku, enn Føroyar nýta?her er talan um kapasitetin umborð. Skipið kostaði 9 milliardir.










