Sangløta
Sunnudagin klokkan 15.00 verður árliga jólasangløtan í Vágum. Hon verður í ár hildin í ítróttarhøllini á Giljanesi, sum er einasta hølið í oynni, ið kann hýsa øllum luttakarunum, sigur ein av fyrireikarunum, Marni av Kák.
Tað verða nógv fólk við í tiltakinum, greiðir hann frá. Umleið 10 prosent av samlaða íbúgvaratalinum í Vágum far at luttaka, sigur hann. Hann metir, at tá felagskórið fer á pallin, verða 240 sangarar við.
Talan er um eitt felags tiltak hjá øllum kristiligum samkomum í oynni. Heimamissiónin, Brøðrasamkoman og samkoman Filadelfia eru umboðað.
Kórini eru nógv. Fýra barnakór við sunnudagsskúlabørnum hjá Heimamissiónini úr Sandavági, Miðvági og Sørvági eru við, umframt eitt barnakór við sunnudagsskúlabørnum úr Kedron, sum er salur hjá Brøðrasamkomuni. Hesi børnini eru tilsamans umleið 170 í tali.
Av øðrum kórum eru at nevna Streingjakórið, sum hevur fólk úr allari oynni. Tað sama er við ungdómskórinum og manskórinum, sum eisini eru umboðað allastaðni úr Vágum uttan úr Gásadali, greiðir Marni av Kák frá. Teir vaksnu sangararnir eru umleið 70 í tali.
Tað, sum sungið verður, verða mest teir vanligu, góðu, gomlu jólasangirnir, sum fólk kenna. Men eisini verður okkurt av nýggjari gospelsangi við. Og so verður eisini felagssangur, har øll, sum koma at lurta, eisini sleppa at syngja kendar jólasangir. Til felagssangin fer Sørvágs Tónleikarafelag at spæla.
Umframt sangin verður eisini upplestur av jólaboðskapinum. Tað verða deknar úr Vágum, eins og fólk úr teimum ymsu samkomunum, sum fara at lesa, sigur Marni av Kák.
Hann sigur, at tiltakið í ár er tað tíggjunda í røðini av sínum slagi, og varð tí valt at gera eitt sindur meira burtur úr enn vanligt. Vanliga hevur sangløtan verið hildin í Missiónshúsinum í Sørvági. Men hesaferð gjørdist tað sum í tilhaldshúsunum í Betlehem, at ikki var hugsingur um at hýsa øllum, sum luttaka.
Og jólasangløtan á Gilnanesi er eitt veruligt jólatiltak, leggur Marni av Kák afturat. Tað kostar einki at koma at lurta og syngja við.