Sangtiltakið verður til frama fyri ABC-barnahjálpina í kvøld klokkan 19.30 verður eitt stórt sangtiltak í Christianskirkjuni til frama fyri hjálparfelagsskapin ABC-barnahjálp, sum virkar í Afrika.
Streingjakór úr øllum landinum koma at syngja saman í einum stórum felagskóri. Góður felagssangur við kendum sálmum verður eisini á skránni.
Fyri stuttum møttust fleiri streingjakór til felags venjing og felags framførslu í missiónshúsinum ?Thabor? á Toftum, og har spratt so hugskotið um at hava eitt sangtiltak í Christianskirkjuni í Klaksvík til frama fyri ABC-barnahjálpina.
Eftir sangløtuna bjóða fyriskipararnir ein drekkamunn í kirkjukjallaranum.










