Virkandi fyristøðumaður á samkomuhúsinum, Malta, í Hirtshals, Poul Jóhan Djurhuus, greiðir frá, at íbúgvararnir í Hirtsals eru tungir í huga av brandinum á Norðsjóvarsavnið týskvøldið.
?Eg koyrdi út og hugdi í gjárkvøldið(týskvøldið, blðm), og har vóru nógv sum grótu. Stemningurin er rættiliga tryktur, tí savnið hevur ómetaligan stóran týdning fyri býin. Eini 300.000 fólk hava vitjað savnið árliga, og tí hevur staðið kastað nógv av sær, og dregur nógv ferðafólk til býin, sigur fyristøðumaðurin á Malta.
Hóast Poul Jóhan Djurhuus hevur ikki búð so leingi í Hirtshals, so er hann líka keddur sum flestu íbúgvararnir í Hirtshals. Hann greiðir frá, at fólk eru sera hørm um hendingina, og brandurin er eitt stórt sár á býin.
Hann leggur tó í sama viðfangið afturat, at ein má hava í huga, at talan er um ein materiellan skaða, sum kann gerast aftur. -Tað hevði verið nógv verri um talan var um fólk, sum vóru í lívsvanda, sigur Poul Jóhan Djurhuus.
Við abbabørnunum
Fyristøðumaðurin á samkomuhúsinum Malta býr mitt í Hirtshals. Norðsjóvarsavnið liggur ein lítlan minutt við bili frá heiminum hjá Poul Jóhan, so hann hevur havt góðar møguleikar at vitja stásiliga savnið.
? Savnið er ein hin størsta turist attraktíónin í øllum Danmark. Savnið er sera áhugavert og ikki minst barnavinarligt. Eg havi fleiri ferðir verið á savninum við abbabørnunum, síðan eg kom niður at búgva, fortelur Poul Jóhan.
Nógvir føroyingar
Poul Jóhan Djurhuus metir, at eini 1000 føroyingar búgva í Hirtshals. Hann sigur frá, at nógv størsti parturin arbeiðir innan fiskivinnuna, antin á sjógvi ella landi. Føroyska fyritøkan, Vestlaks, hevur eina deild í Hirtshals, har fleiri føroyingar dagliga starvast.