Stórt rentufall í 2009

Húsaeigarar fara at fáa tað lættari. Rentan fer at fara niður við minst 1,25% í 2009, tað heldur Jyske Bank í seinastu meting síni.

Fíggjarkreppan, sum herjar um allan heim, kemur at viðføra, at Europeiski Centralbankin (ECB) fer at lækka rentuna komandi ár.

Henda meting er gjørd av Peter Skøttegaard Øemig í Jyske Bank, sum í morgun almannakunngjørdi eina nýggja meting um rentubroytingar og búskaparvøkstur.

Mett verður at búskaparvøksturin í Europa fer at minka til 1,1% í 2008 (í eini meting gjørd fyrr, varð hildið at búskaparvøksturin fór at verða 1,3%), í 2009 verður mett at búskaparvøksturin bert fer at verða 0,7% (fyrr varð mett at vøksturin í 2009 fór at verða 1,1%)

Tað er kreppan í amerikanska fíggjarheiminum, sum sambært Peter Skøttegaard Øemig, fer at viðføra til negativan búskaparvøkstur í USA, sum eisini fer at geva trupulleikar í Europa.

?Vit meta, at ECB fer at lækka rentuna við 0,5% fyrsta kvartal í 2009 og at lækkingin fer at verða 0,75% restina av 2009?, sigur Peter Skøttegaard Øemig

Tí fer rentan hjá ECB at fara niður frá núverandi 4,25% til 3,0 %. Danski Nationalbankin plagar at fylgja ECB-rentuni. Tí eiga húsaeigarar at rokna við eini góðari rentulækking í 2009, skrivar epn.