Tá seglskiparegatta verður í juli, og skipini koma til Sands fríggjadagin hin 7. juli, verður skipað fyri stórum tiltaki á Sandi.
Sambært skránni leggja skipini til bryggju henda dagin klokkan 19, men longu klokkan 17 lata sølubásar upp.
Tá fer Ungmannafelagið Virkið at hava sølubás, og tá lata eisini upp sølubásar við ymiskum lokalum vørum.
Klokkan 17 fer Bjargingarfelagið at vísa fram nýggja bjargingarbátin, Sigmund, og klokkan 18 fara Ørvaroddarnir at grilla og selja alskyns mat av grillini.
Klokkan 19, tá seglskipini koma til bryggju, fer borgarstjórin, Brandur Sandoy, at halda røðu. Tá fara eisini harmonikuspælarar í Sandoynni, har harmonikufelag nýliga er stovnað, at spæla sjómanssangir.
Í tímunum millum klokkan 19 og 21 verður eisini høvi hjá fólki at fara umborð at síggja snøggu og hábærsligu seglskipini.
Um kvøldið verður skattaveiða fyri børnum, og her verða fleiri spennandi vinningar.
Klokkan 22 verður føroyskur dansur í tjaldinum við Leikum Fagurt, og á midnátt fara Norrøna Dansiband at spæla til dans, og her verður hildið á til klokkan 04 um morgunin.
- Øll, bæði nær og fjar, eru hjartaliga vælkomin til regatta-tiltak á Sandi, er heilsanin hjá heimasandsfólki.










