Stórt rúsevnafund í Danmark

Danska løgreglan hevur funnið umleið 100 kilo av rúsevni á havnarlagnum í Aarhus, og sambært Merete Olesen hjá løgregluni er talan um ein tann størsta rúsevnafongin í Danmark nakrantíð.

Løgreglan vil ikki siga, hvat slag av rúsevni talan er um, men heimasíðan hjá Ekstrablaðnum skrivar, at tað snýr seg um kokain, og at søluvirðið hevði ligið um 250 milliónir krónur á tí danska marknaðinum.

Merete Olsesen sigur við tíðindastovuna Ritzau, at málið verður kannað bæði í Danmark og uttanlands. Hon leggur afturat, at ein úitlendingur hevur sitið í varðhaldinum í sambandi við málið, men at hann er latin leysur.

Fyri fýra árum síðani fann løgreglan 22 kilo av kokaini umborð á einum bingjuskipi, sum lá við bryggju í Fredericia. Maðurin, sum hevði rúsevnið, fekk 11 ára fongsul. Hann var úr Bulgaria.