Stórt rós til verjuna

Jón Krosslá Poulsen var skilliga ein serstakliga fegin maður í gjár.

– Hetta er faktiskt super, og vit høvdu alvorliga brúk fyri stigunum, staðfesti einsamalli málskjúttin sum tað fyrsta, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin.

Jón Krosslá heldur seg eisini vita, hvat tað var, sum gjørdi munin í dag.

– Verjan koyrdi ótrúliga væl, ja allur verjuparturin koyrdi sum hann skuldi. Stórt rós til teir! Tað hevur tað ikki gjørt annars í ár, men tá hann riggaði, so vísti tað seg eisini at rigga frameftir vøllinum, sigur Jón Krosslá Poulsen.

– Vit sóu hetta sum eitt síðsta útkall og vildu vinna. Eisini høvdu vit nakað at hevna síðani síðst. Møguliga undirmetti KÍ okkum eisini eitt sindur, heldur Jón Krosslá Poulsen, sum eisini sigur, at tað var fult uppiborið, at øll trý stigini vóru verandi í Suðuroy.