Stórt og smátt um leyst og fast

Musikklærarnir siga, at politikkarnir spæla falskt. Og vit sum hildu, at politikkarar bara hugsa um STEMMIR!!


Musikklærarnir burdu fingið ein bát við undirvísingarhølum, har teir kundu siglt ímillum oyggjarnar og bygdirnar og givið børnunum tónleikafrálæru. Ein sokallaðan NÓTA-bát!


Politikkarnir eru DANSANDI óðir um UPPSANGIN hjá Musikklærarnum. Nú skal PÍPAN hava eitt annað ljóð. Har er okkurt sum ikki STEMMAR!


Stuðulsfelagið hjá AB, "Frensarnir" hava givið eitt lítið sanghefti út við slagsangum. Sanghefti eitur "KATTA-strofir"!


Meðan aðrar fótbóltsstjóðir tosa um "Málmaskinur", so hava vit á føroyska landsliðnum eina RÓGVU-maskinu!


Í seinna hálvleiki av dystinum ímóti skotum fekk sekkjapípan eitt annað ljóð!


Hoyr John Lawton og deiggj.


Føroyingar leggja danskt LAND undir seg. Byrjað verður við Roskilde Festivalinum.