Alt hetta vikuskiftið er stór handils- og sølustevna í tróttarhøllini í Trongisvági, har einir 25 handlar og fyritøkur kring alt landið vísa, hvat tær hava til sølu.
Úrvalið er fjølbroytt, heilt frá bilum til gosbað, teldur og flogferðir.
Í skúlagarðinum er eisini hoppiborg, tarvaríð-ing og annað til børnini.
Tað er TB og Tvør-oyrar Svimjifelag, sum skipa fyri.
Stevnan er opin í dag og í morgin afturat. Í dag er opið frá klokkan 14 ? 21. og í Morgin er opið frá klokkan 16-19, tá ið stevnan endar.
Umframt handilsigu tiltøkini, er eisini ymiskt undirhald á skránni hvønn dagin, bæði mótasýning, dansigentur, Trøllapætur o.s.fr.









