Stórt og glæsiligt fýrverk á Skála

Fyrsta uppgerðin nakrantíð í bestu deildini millum skálamenn og fuglfirðingar var eyðkend av, at báðir partar í 1. hálvleiki høvdu nógv betri hug at leypa á, enn teir høvdu at verja

Fótbóltur

Tað var undirhald fyri allar pengarnar á Skála. Ivaleyst iðrar kassameistarin seg um, at líkindini ikki vóru betri. Tað var fitt av fólki, men gongdin í fyrstu umføunum hevði lagt upp til, at tað skuldu vera uppaftur fleiri eygnavitni til fyrstu uppgerðina nakrantíð í bestu deildini millum Skála og ÍF.
Skálamenn vunnu 4-3. Tað er ikki so nógv at siga til tann sigurin. Fuglfirðingar vóru orduliga við uppá tað, og serliga í fyrra umfarinum løgdu báðir partar nógv fyri í álopsroyndunum.
Heimaliðið tóktist skula vinna stórsigur, eftir at teir fyrstu fimm minuttirnar høvdu lagt seg framum við tveimum málum. Málskjútti í báðum førunum var Bogi Gregersen, sum fyri fyrstu ferð í hesi landskappingini, hevði fingið pláss millm teir fyrstu ellivu.
Men fuglfirðingar komu fyri seg aftur, og teir bæði javnaðu og løgdu seg framum. Sjey minuttir eftir seinna heimamálið fingu teir um endan, tá ið Rúni Elttør var fyrstur á eftir frísparksinnlegg, og eftir at málverjin ikki hevði megnað at hildið. Á hálva tímanum var aftur galið í Skála verjuni. Bartal Eliasen royndi móti málinum, og eftir at málverjin hevði hálvbjargað, var Høgni Zachariasen, sum orsaka av skaða ikki hevði verið við í tveimum teimum fyrstu umførunum, fyrstur á returinum.
Ferðin var stór, og tættleikin var høgur. Tað gekk nógv fyri seg frammanfyri bæði málini, har tað minti ikki sørt um stóra fýrverkið frammanfyri Fredensborg fríggjakvøldið. Dupulti málskjúttin hjá Skála kundi havt skorað bæði eina og tvær ferðir afturat, og tað vóru eisini aðrir, sm tað gekk ramur brendaroykur at.
Lagið millum teir vitjandi fekk enn eitt stig uppeftir, tá ið Magni á Lakjuni fimm minuttir undan hvíldini legði ÍF framum. Upplegginum stóð álopsfelagin fyri. Eftir innlegg stýrdi Bartal Eliasen við høvdinum bóltinum fyri føturnar á Lakjumanninum, sum takkaði fyri og skorMen fuglfirðingar megnaðu ikki at fara til hvíldina við 3-2 leiðslu. Í evstu løtu sendi Iulian Florescu hornaspark beinleiðis upp í handara málkrókin. Tað er kanska at undrast á, at málverjin letur bóltin sigla so langt, men tað gongur nógv fyri seg í málteiginum sovorna løtu, og Kartin Joensen slapp ikki tað, sum hann hevði ætlað sær.

Kiksað innkast
Intensiteturin og ferðin vóru ikki so stór eftir steðgin, sum tey høvdu verið í fyrra umfarinum. Men tað vóru framvegis møguleikar báðar vegir.
Sigursmálið skoraði Jónhard Frederiksberg miðskeiðis í 2. hálvleiki. Støðan, sum bar málið við sær, var undarlig. ÍF átti innkast í vinstra borði. Vongverjin tóktist ætla sær at tveita bóltin frameftir, men so broytti hann ætlan og tveitti bóltin aftur eftir. Har var Jónhard Frederiksberg einsamallur, og hann lat sær ikki siga tvær ferðir. Við ferð streyk hann ímóti ÍF málinum. Teimum, sum hann møtti á vegnum, sneiddi hann framvið, áðrenn hann sendi bóltin í málið aftanfyri Kartin Joensen.
Sum seinna umfarið leið, royndi ÍF at svara aftur. Hanus Eliasen, sum hevði verið hangandi miðvallari, varð settur fram í álopið. Tað var ein smeitur, tá ið Magni á Lakjuni noyddist at taka seg av válinum. Síðstu tíggju minuttirnar var Teitur Joensen á vøllinum í staðin fyri vongverjan í høgru. Teitur Joensen er fyri stuttum fluttur til ÍF. Undanfarnu árini hevur hann spælt við EB/Streymi.
Men ÍF fekk einki mál. Tað vóru teir sjálvsagt vónbrotnir um. Tað nyttar ikki so nógv og tað er neyvan nøkur troyst í veruleikanum, at teir høvdu verið annar parturin í góðum undirhaldi, hóast umstøðurnar kundu havt verið betri. Men tað er einki at ivast í, at fleiri stig bíða eftir fuglfirðingum, sum hósdagin fer at fáa vitjan av meistarunum úr HB.
Skálamenn mest sum ganga á vatninum. Higatil hava teir ikki tapt, og teir mugu finna seg í, at nú eru tað teir, sum fara at verða roknaðir sum favorittar, tá ið teir hósdagin fara á Svangaskarð.