Eitt er, at meirilutin er so tepur sum 0,7 prosent. Eitt annað er, at tað eru bara 45 prosent, sum í løtuni taka undir við fullveldisætlanini hjá landsstýrinum. Tað merkir, at minni enn helvtin av føroysku veljarunum sigur ja til eina so víðgongda stjórnmálabroyting. Henda støðan eigur at geva landsstýrinum nakað at hugsa um.
Í hesi veljarakanningini kundu tey, sum vórðu spurd, bara svara, um tey søgdu ja ella nei til fulveldi. Nú hevði sjálvandi verið áhugavert at fingið at vita, hvørja askoðan veljarar høvdu til tey ítøkiligu uppskotini hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum.
Báðir teir stóru andstøðuflokkarnir ganga nógv fram í veljarakanningini, og Javnaðarflokkurin hevði aftur verið størstur flokkur við 27,3 prosentum av atkvøðunum og 9 tinglimum. Tað eru óivað fleiri orsøkir til hesa gongd, men høvuðsorsøkin er helst hon, at nógvir veljarar - eisini í øðrum flokkum - taka undir við sjálvstýriskósini hjá Javnaðarflokkinum. Hon er hóvlig og meiri realistisk enn fullveldisætlanin hjá landsstýrinum.
Tað er óivað her, at orsøkin til skortfleingjuna, sum Fólkaflokkurin fær, skal finnast. Bara helvtin av fólkafloksveljarunum taka undir við fullveldi og Fólkaflokkurin gongur nógv aftur - eini 5 prosent og hevði mist tríggjar tinglimir, um val var nú.
So er spurningurin, um teir hóvligu tinglimirnir hjá Fólkaflokkinum, fáa høvdið fyri seg og fáa talað restina til rættis, so ein loysn verður funnin í spurninginum um framtíðarstøðu Føroya á eini leið, sum bæði Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og helst eisini Tjóðveldisflokkurin kunnu taka undir við. Tað krevur, at Tjóðveldisflokkurin má slaka nakað, men ein slík loysn hevði í øllum førum havt eina nógv breiðari undirtøku í fólkinum. Vit høvdu eisini sloppið undan eini støðu, sum klívur føroysku tjóðina í tveir líka stórar partar, við óhepnum politiskum avleiðingum í drúgva tíð afturat.









