Fólk, sum hava lagt sína leið eftir Tórsgøtu seinasta hálva árið, hava lagt til merkis, at Gamla Reinsarí hevur verið mest sum múrað inni. Og tað hevur sína orsøk.
- Vit máttu taka eina støðu til, hvat gerast skuldi við bygningin. Tað var púra greitt, at hann kundi ikki standa so, sum hann stóð, og tí vóru kostirnir í veruleikanum tvinnir: antin at ríva húsini niður, ella at umvæla tey. Og fyri okkum var tann avgerðin løtt, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havnar Kommunu.
Hann vísir á, at undir hesari býráðssamgonguni hevur dentur verið lagdur á at varðveita gomlu og søguligu bygningarnar og húsini í kommununi, og nevnir Degns Hús og Müllers Pakkhús sum dømi.
- Vit halda tað ikki vera rætt, bara at ríva niður og beina burtur gomlu havnarmyndirnar. Tvørturímóti hava vit lagt dent á varðveita hesar, so býurin kann varðveita sín gamla identitet, sigur Heðin Mortensen.
Eftir at Gamla Reinsarí var eftirkannað vísti tað seg, at stórviðurin fyri ein part var góður, men kortini mátti ein munandi partur av honum skiftast út. Seint í vár ella tíðliga í summar – alt eftir hvussu tú roknar – varð so fari undir at taka gamla klædningin niður, og krevjandi arbeiðið við at skifta partar av stórviðinum út byrjaði.
Hetta er ikki bert krevjandi arbeiði í dugnað, men so sanniliga eisini í tíð. Men væl hevur gingist í hond, og nú er komið so langt ávegis, at veggurin út móti Tórsgøtu er tikin niður aftur, og til ber hjá fólki rættiliga at síggja, hvussu snøgt arbeiðið er gjørt á Gamla Reinsaríi uttan.
Og tá heilt liðugt er uttandura, verður farið undir umvælingina innan.
Mentanarøki
Tað er ikki nøkur endalig støða tikin til, hvat húsið skal nýtast til, tá tað er liðugt umvælt. Altso annað enn, at tað skal nýtast til okkurt mentanarligt.
- Fyrst og fremst ráddi um at fáa Gamla Reinsarí umvælt uttan, tí tað stóð satt at siga sum ein skomm í býnum. Nú tá liðugt er við umvælingini uttan, mugu vit taka eina støðu til, hvat húsini skulu nýtast til, tí tað má partvís takast við, tá farið verður innandura at umvæla, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin sigur, at tað sjálvandi finnast skitsur ella tekningar av, hvussu húsini eiga at verða innrættað, men miðað verður eftir, at hetta skal verða so nær tí upprunaliga sum gjørligt.
- Fleiri hugskot og uppskot hava verið frammi um, hvat húsini skulu nýtast til,og møguleikarnir eru mangir. Tað einasta, sum stendur púra fast er, at talan verður um mentanarlig tiltøk, sum kunnu fevna um alt frá tónleiki, sjónleiki og upptraðkan til framsýningar, sigur Heðin Mortensen.
Røddir hava eisini verið frammi um at nýta Gamla Reinsarí til spælistað hjá tónleikabólkum at venja í, men Heðin Mortensen heldur ikki, at húsini eru best farin til hetta endamál.
- Vit fáa eitt stórt, ótrúliga gott mentanarøki og –umhvørvi har niðri í Tórsgøtu við Margarinfabrikkini, Tjóðpallinum, Posthúskjallaranum, Miðlahúsinum og nú eisini Gamla Reinsaríi. Har finnast jú aðrir spennandi møguleikar, eitt nú við húsunum millum Gamla Reinsarí og Miðlahúsið, garagunum, sum kundi verið næsta stigið. Har hevði verið eitt frálíkt stað hjá tónleikarum at vant, og har kundu instrumentini staðið fast uppi, sigur Heðin Mortensen.
Ein annar møguleiki kundi verið at flutt Perlu-konseptið niðan í Gamla Reinsarí.
- Tað skal verða pláss fyri bæði gomlum og nýggjum, og við snotiligum, nýumvældum Gamla Reinsarí hava vit aftur skapt eina vakra býarmynd í økinum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havnar Kommunu.