Stórt mannfall á Landsverkfrøðinginum

Landsverkfrøðingurin er í trongum skóm. Seinasta hálva árið eru sjey verkfrøðingar í bestu árum farnir av stovninum

 

Landsverkfrøðingurin

? Tá ein lítil helmingur av manningini er rýmdur av stovninum innan so stutta tíð, so er okkurt galið, sigur Suni Joensen, formaður í verkfrøðingafelagnum, sum fleiri ferðir hevur gjørt vart við trupulleikar á stovninum.

Um nakrar dagar fer felagið at umrøða støðuna í almennum skrivi

Alment eru teir farnir í farloyvi, men bert ein ella tveir vera aftur at síggja á stovninum. Teir sjey verkfrøðingarnir, ið eru farnir av Landsverkfrøðinginum seinastu seks mánaðirnar, og tað er ein lítil helvt av verkfrøðingunum. LV er sostatt at kalla í uppisetri fyri verkfrøðingar.

? Tað eru viðurskifti á stovninum, sum ikki eru nøktandi fyri limirnar hjá okkum, og felagið sær hetta sum eitt álvarsmál, sigur Suni Joensen, ið tó ikki sjálvur arbeiðir hjá Landsverkfrøðinginum.

Tað vóru nakrar bygnaðarbroytingar framdar, tá tann nýggi stjórin var settur, og Suni hevur varhugan av, at hesar broytingar eru orsøk til ta stóru burturferðina. Suni leggur afturat, felagið hevur nakað í umbúna næstu vikurnar.

? Skrivið verður ein staðfesting av støðuni, sum hon er nú. Tað er avgjørt ikki gott, at tað størsta almenna arbeiðsplássið missir so nógvar verkfrøðingar, og tað er álvarsamt, sigur Suni.


Onga framtíð

Suni greiðir frá, at felagið fleiri ferðir hevur vent sær til avvarandi myndugleikar, men tað hevur ongantíð fingið nakað nøktandi svar, og ongar av teimum tilráðingum, sum felagið hevur mælt til eru fylgdar.

? Eftir øllum at døma eru bygnaðarbroytingarnar kroystar omanyvir høvdið á fólki, og tað ger, at tey rýma. Vit hava tí heitt á myndugleikarnar um at fylgja starvsfólkapolitikkinum hjá Løgmansskrivstovuni, tá bygnaðarbroytingar verða gjørdar. Vit hava heitt á teir røttu stovnarnar men til fánýtis, sigur Suni Joensen.

? Hetta tann stovnurin, sum skal halda eygað við byggivirkeminum hjá tí almenna, og tá teir missa so nógv fólk, og tað er tað unga fólkið í rýmir, so er ikki líkt til, stovnurin hevur nakra framtíð, sigur Suni Joensen.

Tær bygnaðarbroytingarnar, sum eru framdar, hava broytt umstøðurnar hjá fólki so nógv, at tey ikki trívast at, og tí tey eru rýmd, metir formaðurin.

Suni metir ikki, at hetta hevur samband við uppsøgnina av Henningi Jacobsen, tí tann søgan er farin.

Verkfrøðingafelagið fer at viðgera støðuna á fundi í næstu viku, síðani verður skriv sent út.