Tað hava ikki verið tær bestu fyritreytirnar hjá B36 og NSÍ at fyrireika seg til uppgerðina, sum serliga fyri NSÍ kann hava stóran týdning.
Fimm NSÍ spælarar – Jann Ingi Petersen, Jóhan Troest Davidsen, Jónhard Frederiksberg, Jústinus R. Hansen og Bogi Løkin – hava verið upptiknir av landsliðsfótbólti, og ein stórur partur av B36 spælarunum hava verið í hitanum í Katar, har teir hava luttikið í granskingarverkæltan undir leiðslu av Magna Mohr.
B36 ferðalagið skuldi eftir ætlan lenda aftur í Føroyum í dag.
Tað hevur hilnast illa hjá NSÍ nógvu tær seinastu ferðirnar. Í sjey dystum hevur NSÍ bara vunnið á AB. Tríggjar ferðir hevur NSÍ tapt, og tríggjar ferðir hevur tað verið javnt.
NSÍ hevur framvegis møguleika at vinna FM, og tí kemur tað illa við, at miðverjin Jens Joensen og liðformaðurin og toppskjúttin Christian Høgni Jacobsen eru leikbannaðir.
Umframt Katar ferðini hava fyrireikingarnar hjá Allani Mørkøre verið órógvaðar av, at tríggir B36 spælarar hava verið upptiknir av landsliðnum – Jónas Tór Næs, Hjalgrím Elttør og Christian R. Mouritsen.
uni@sosialurin.fo










