Stórt mannfall í B36

Felags fyri NSÍ og 36 er, at tað ikki ber til at røkka heiðursmerkjum og plássunum, sum bera rætt til europeiska luttøku við sær, og at tey eru komin undan vandanum fyri niðurflyting.

Hjá B36 er mannfallið stórt. Jákup á Borg er støðugt plágaður av vøddaskaða. Hann spældi ikki í Klaksvík, og tað er lítið sannlíkt, at hann verður tøkur ídag. Heini í Skorini hevur eisini verið skaðaplágaður, og Símun Joensen er leikbannaður í dag. Rasmus Dan Sørensen, Patrick Larsen og eykamálverjin Jákup Højgaard eru við U-19 landsliðnum í Estlandi. Símun Hansen er tøkur aftur eftir leikbann tvær tær seinastu ferðirnar.

Kári Reynheim fer í dag fyri seinastu ferð í ár at hava ábyrgdina á heimavølli, tá ið B36, sum Kári í fleiri ár umboðaði, fer at vitja við Løkin. Um Kári Reynheim aftur í 2013 verður oddamaður hevur enn einki verið at frætt um.

Hjá NSÍ er sentrali miðvallarin Magnus Olsen leikbannaður í morgin. Ein annar sentralur miðvallari, Andras Frederiksberg, er tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í 1-0 heimatapinum ímóti TB.