Stórt leitingarátak sett í verk

Leitað hevur verið eftir 20 ára gamla manninum,, sum enn er saknaður í sammbandi við ferðsluvanlukkuna í Oyndarfirði leygarmorgunin

Tað var beint fyri klokkan 10 leygarmorgunin, at løgreglan fekk boð um, at ein bilur var farin útav í Rættargjógv í Oyndarfirði.
Leiting varð beinanvegin sett í verk og stutt eftir var bilurin funnin á botni á einum seks-átta metra dýpi.
Samstundis var líkið av einum 22 ára gomlum manni funnið á sjónum.
Men ein annar maður, sum er 20 ára gamalur, er saknaður og hóast løgreglan ikki hevur prógv fyri tí, arbeiða tey útfrá teirri fortreyt, at hann var við í bilinum.
Tískil hevur umfatandi leiting verið í allan leygardagin og allan sunnudagin eftir manninum
Sunleiv Højhgaard sigur, at leygardagin hava eini 50 fólk leitað síðani boðini um vanlukkuna komu og dagin á tamb.
- Vit hava fingið nógva hjálp, eitt nú frá bjargingarfeløgum og sløkkiliðum bæði úr Klaksvík, úr Havn og úr Streymnesi, og leitað hevur bæði við við fólki, báti og tyrlu, og eisini privatfólk hava leitað við okkum, sigur Sunleiv Højgaard.
Sunleiv Højgaard sigur, at tey hava leitað mest á sjónum, men tey hava eisini leitað á landi bæði í mølini runt um fjørðin, og í húsum, har tað kann vera hugsandi, at hann kann vera.
- Vit hava eisini leitað í haganum við hundi, eins og vit hava gjøgnumgingið alla bygdina, sigur Sunleiv Højgaard.
Leitingin varð tikin upp aftur í gjár, men hóast leitað var dagin á tamb, spurdist einki úrslit burtur úr.
- Vit byrja aftur í morgun, tá ið tað er blivið ljóst, sigur Sunleiv Højgaard, sum annars vísir til Jón Klein Olsen, varakriminalovasta

Halda fram í dag
Eftir leitingina í gjár eru tey rættiliga sannførd um, at maðurin, leitað verður eftir, er ikki á landi nakrastaðni.
Bæði Brimil, Hvidbjørnen, bjargingarbáturin Ziska, og aðrir bátar eru við í leitingini og bjargingarfeløg kring um í Eysturoy, Streymoy og Klaksvík, hava sent fólk at hjálpa.
Somuleiðis er nógv privatfólk við í leitingini.
Mølin rundan um fjørðin verður kannað alla tíðina, eins og fólk gongur á landi og hyggur út á sjógv.
Annars verður mest hugsað um at leita á sjónum, og har er leitingin skipað so, at fjørðurin er býttur sundur í kassar, so at hann kann verða kannaður nágreiniliga.
- Vit hava kannað allastaðni á landi, har hugsast kann, at hann kann hava verið, men tað hevur verið til fánýtis. Vit hava eisini kannað úthús, seyðahús, hoyggjhús, kjallarar og aðrastaðni, at vita um hann kann vera sloppin úr bilinum og hava leitað sær skjól onkustaðni, men hann hevur ikki verið til at finna, sigur Sunleiv Højgaard.
Tað er heldur einki samband við fartelefonina.
Jón Klein Olsen, varakriminalovasti, sigur, at teir byrjaðu klokkan tíggju í morgun at leita aftur, og at tað verður við áleið somu styrki sum í gjár, um enn tað ikki verða heilt so nógvir mans í dag.
Tá dagurin í dag er farin, verður støða tikin til, hvussu víðari verður farið fram, um leitingin endar úrslitaleys, sigur Jón Klein Olsen.