Tað stóra kursfallið á virðisbrævamarknaðunum í Evropa og USA í gjár helt fram á marknaðunum í Asia og Avstralia, tá teir lótu upp í morgun.
Í Hongkong skiftu óvanliga nógv virðisbrøv eigara, og har var kursfallið oman fyri fýra prosent. Í Japan var fallið góð tvey prosent og í Avstralia 2,6 prosent. Felags fyri allar marknaðirnar var, at tað eru bankarnir, ið serliga standa fyri skotum. Eitt nú fall partabrævavirðið á tí risastóra bankanum HSBC meiri enn átta prosent á marknaðinum í Hongkong í morgun.
Eygleiðarar siga, at tað er óttin fyri, at Italia skal enda í somu støðu sum Grikkaland, ið fær íleggjararnar at selja, og fleiri spyrja, um Evropa er ført fyri at bjarga tí italska búskapinum, sum er fleiri ferðir størri enn tann grikski.