Sum ein partur av Mentanarvikuni, sum er í Runavíkar-økinum hesa vikuna, verður stór konsert og dansur í Ítróttarhøllini í Runavík í kvøld, leygarkvøldið 3. november Í kvøld verður stórt konsert-og dansitiltak í Ítróttarhøllini í Runavík. Luttakandi bólkarnir eru Simon Mathew úr Danmark, Høgni Lisberg, Crawling Blue og bólkurin Boys in a Band, sum vann GBOB-kappingina.
Á skránni er eisini forvitnislig mótaframsýning, sum mótahandilin Trend Flood skipar fyri.
Atgongumerki til tiltakið, sum byrjar klokkan 22, kosta 220 krónur.
Í sambandi við tiltakið koyrir bussur úr Sørvági klokkan 20.30 (265353), úr Havn 20.30 (595959), úr Vestmanna 21.00 (217752) og av Strondum klokkan 21.00 (228451).
Koyrt verður til Runavíkar og heimaftur, tá tiltakið er liðugt um 04-tíðina.










