Stórt kjak um PISA í Norðurlandahúsinum

Klingran í Norðurlandahúsinum var á tremur, tá almenna orðaskiftið, ið vardi samfullar tríggjar tímar, um PISA-undankanningina var á skránni í gjárkvøldið.

Alt fyri eitt sást, at sera stórur áhugi var fyri almenna orðaskiftinum um PISA-undankanningina, ið Fólkafloksungdómar skipaðu fyri í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið.
 
Uttan fyri Norðurlandahúsið var ikki ein tómur parkeringsbásur at síggja, og inni í Klingruni vóru alt ov fá sitipláss til stóru áhoyrarafjøldina. Millum mongu áhoyrararnar sótu sera nógvir lærarar, men eisini politikarar, foreldur, næmingar og onnur, ið hava tilknýti til føroyska skúlan.
 
Orðaskiftið var skipað soleiðis, at fyrst slapp eitt panel at siga sína hugsan um PISA-kanningina. Í panelinum sótu Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag, Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Pól Jespersen, lærari í Hoydølum. Somuleiðis sótu tríggjar mammur at børnum, sum hava gingið í skúla uttan fyri Føroyar og í Føroyum, í panelinum og greiddu frá muninum millum føroyska skúlan og skúlar aðrastaðni. Mammurnar vóru Elin Winther Poulsen, Dorit Hansen og Durita Dam Jacobsen.
Síðan varð lagt upp til kjak, har mongu áhoyrararnir høvdu høvi at seta panelinum spurningar.  Tráðleysa mikrofonin gekk heit millum áhoyrararnar, og spurningarnir vóru <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$mangir! Orðaskiftið vardi í tríggjar tímar, og hóast tað til tíðir var heldur óruddiligt, kom nógv gott fram, - so avgjørt ein góð byrjan til eina viðgerð av PISA-kanningini.
 
Landsstýrismaðurin, Jógvan á Lakjuni, fegnaðist um stóra áhugan fyri tiltakinum, men hevði eingi ítøkilig boð um, hvat kann gerast:
- Tað er stuttligt at síggja, at so nógv eru savnað saman í Norðurlandahúsinum at lurta eftir orðaskiftinum.Eg fegnist um orðaskiftið og lurti væl eftir. Vit noyðast at stramma upp á øllum økjum, segði landsstýrismaðurin.